Javnaðarflokkurin hevur landsfund leygardagin

Landsfundur verður í Miðnámsskúlanum í Suðuroy leygardagin 21. mai frá kl. 09. Á skránni eru røður og politiskt orðaskifti. Aksel V. Johannesen heldur formansrøðu kl. 13.

Gestarøðarar verða Christina Krzyrosiak Hansen, borgarstjóri fyri sosialdemokratarnar í Holbæk og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya. 

Um kvøldið verður veitsla. Tilmelding krevst. 


Melda til við at senda ein teldupost til javnadarflokkurin@logting.fo ella ringja á telefon 202202 í dagtímunum. 

Eisini kunnu fólk melda seg til við at flyta 250 kr. (150 kr. fyri pensjónistar og SU’arar) á kontonr. 9181-1507941.

Javnaðarflokkurin

Facebook viðmerkingar