Tórshavnar Manskór í Salt

Á hvørjum ári skipar Tórshavnar Manskór fyri tveimum stórum konsertum, jólakonsertini, sum liggur miðskeiðis í sangárinum, og várkonsertini, sum í roynd og veru endar sangárið hjá kórinum.

Higartil eru flestu várkonsertirnar hildnar í høvuðsstaðnum, men tað verður øðrvísi í ár, tí hesaferð verður árliga várkonsertin hjá Tórshavnar Manskóri hildin í Salt á Tvøroyri, og tað verður hon leygarkvøldið 21. mai, klokkan 19.30.

Hetta er fyrstu ferð síðan koronafarsóttin byrjaði tíðliga í 2020, at Tórshavnar Manskór skipar fyri einari várkonsert, og kórið hevur vant eina fjølbroytta skrá, har sungið verður á fleiri málum, føroyskum, donskum, íslendskum, svenskum, týskum, enskum og latíni, og innihaldsliga er skráin rættiliga fjølbroytt.

Tað er eisini fyrstu ferð, at Tórshavnar Manskór hevur eina stóra konsert í Suðuroy, og kórið gleðir seg til at sleppa at syngja í stásiliga Salt á Drelnesi.

Vanliga, tá Tórshavnar Manskór skipar fyri konsert, so eru gestasangarar og gestatónleikarar við, og soleiðis er eisini hesaferð. Gesturin hesaferð er Edvard Nyholm Debess, sum tónleikaliga spennir øgiliga víða. Hann hevur eina øgiliga spennandi rødd og er sera áhugaverdur at hoyra.

Konserin verður skipað soleiðis, at Tórshavnar Manskór byrjar og syngur helvtina av sínari skrá, síðan kemur Edvard Nyholm Debess, og Eyðun Mohr Hansen, sum spælir gittar saman við Edvardi, at framføra tvey løg saman við einum bakgrundskóri við sangarum frá manskórinum, og síðan kemur Tórshavnar Manskór aftur á pallin.

Konsertin byrjar sum sagt klokkan 19.30, leygarkvøldið 21. mai, og atgongumerki, sum kosta 100 krónur, kunnu keypast á heimasíðuni hjá Salt nú og við dyrnar beint áðrenn konsertin byrjar.

Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1986 av Bjarna Restorff og Kára av Reyni. Kórið er øgi¬liga virkið og hevur vanlig ár hópin av framførslum. Umframt tær føstu konsertirnar um várið og á jólum hevur kórið millum 30 og 40 framførslur um árið.

Við kórkvøðu

TÓRSHAVNAR MANSKÓR

Facebook viðmerkingar