Meðan samgongan tømir landskassan og gevur fólksins ogn til tey ríkastu fáu, verða allar rokningar og príshækkingar oystar niður á løntakaran og tey, sum hava minst. Vit hava tørv á einum hjálparpakka til vanlig fólk
“Alt veksur í virði nú – uttan tín løn,
tí fólkið skal spara er vísmanna bøn.”
Soleiðis yrkir Kári P.
Og hann hevur, sum so ofta, rakt seymin á høvdið. Spyr bara eina vanliga barnafamilju, ein stakan uppihaldara, ein pensjónist við bert fólkapensjón og samhaldsfasta og tey, ið hava minst.
Hyggið bert at, hvat hendir í samfelagnum. Metstór vinningsbýti hjá teimum størstu fyritøkunum og bankunum. Metstórar príshækkingar fyri vanligu húsarhaldini.
Tað tók nakrar fáar dagar hjá samgonguni at geva alt fiskiríkidømið til nakrar fáar fyritøkur og útlendingar – fyri 10 tals milliardir. Og geva ein lætta uppá 226 mió. árliga í tilfeingisgjøldum.
Men tað tekur ár og dagar og ber als ikki til hjá samgonguni at gera nakað politiskt fyri gerandisdagin hjá tí vanliga fólkinum. Tey himprast ikki við at krevja sparingar fyri tey, ið hava tað truplast og hava brúk fyri tænastum frá samfelagnum.
Hetta hendir hvørja ferð við hesum flokkum. Hvussu nógv hevur vanliga fólkið í Føroyum ikki goldið fyri at bjarga bankum og fyritøkum, tá ið politiskt ábyrgdarloysi, hevur rent okkum í kreppur? Men ongin hjálp til vanlig fólk, tá ið á stendur.
Hjálparpakki til vanlig fólk
Fyri knøppum tveimum mánaðum síðani, skutu vit í Tjóðveldi upp at gera ein hjálparpakka til vanlig fólk. Tíbetur hava bæði fakfeløg, fakfólk og eisini Vinnuhúsið nú tikið væl undir við hesum uppskoti.
Vit skutu ítøkiliga hetta upp – har vit brúka tær skipanir, ið vit longu hava og eru lættar at umsita og skjótar at seta í verk:
- At brennistuðulin til pensjónistar eigur at hækka. Og henda skipanin kann eisini víðkast til tey lægstløntu húsarhaldini.
- Eitt munandi lønarlyft til lægstu lønirnar, umframt styttri arbeiðsviku (sum vit hava havt uppskot um á tingi).
- At familjuískoytið eigur at hækka til familjur í fátækraváða.
- At fyritíðarpensjónirnar eiga at hækkast.
- At vit í eina tíð skulu loyva, at fyri lág- og miðallønt, kann partur av kravdu pensjónsuppsparingini gjaldast út sum løn – og at vansin av hesum fyri tann einstaka seinni kann javnast.
- At Bústaðir beinanvegin fáa heimild at byggja bíligari luta-, ognar- og leiguíbúðir – umframt lestrar- og lærlingaíbúðir – og fær heimild at veita stuðul til fólk at byggja hús kring landið.
Harafturat hava tjóðveldisfólk skotið upp, at vit eiga at fáa eitt príseftirlit aftur at virka, um støðan stendur við og versnar.
Høgni Hoydal
Facebook viðmerkingar