Bókadeild Føroya Lærarafelags og Miðlatún skipa fyri søgu- og sangløtu í Miðlatúni í Vági fríggjadagin 27. mai kl. 14.
Í sambandi við at nýggj upprunaføroysk smábarnabók kom út fyrr í ár, verður skipað fyri hugnaligari søguløtu við rithøvundinum Jenny Kjærbo.
Áðrenn søguløtuna syngja børn í Vágs skúla, undir leiðslu av Dagfinni Olsen, nøkur løg av Blandað Drops útgávuni, sum kom út í fjør.
Bókin eitur Lítla kráka samlar, og Jenny Kjærbo, sum er fødd og uppvaksin í Sumba, hevur skrivað og myndprýtt.
Krákur samla og draga heim í reiðrið. Men henda lítla krákan fær ikki afturhald, so brátt verður næstan ikki pláss fyri henni sjálvari í reiðrinum – og als ikki pláss til vinir.
Bókin er ætlað børnum umleið 0-3 ár.Skráin– Bókadeildin bjóðar vælkomin- Barnakórið, Blandað Drops, syngur nøkur løg- Jenny Kjærbo lesur Lítla Kráka samlar
Høvi verður eisini at keypa bókina fyri serprís.
Tiltakið er fyri øll børn og barnsligar sálir.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.
Facebook viðmerkingar