Lærarastørv í Tvøroyrar skúla
Søkt verður eftir lærarum til:
· 1 tíðaravmarkað starv á 22 u-tímar í innskúlingini 1. august 2022-31.juli 2023
· 1 tíðaravmarkað starv á 20 u-tímar í serflokki 1. august 2022-31.juli 2023 .
og, sum
– undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
– duga at samstarva og eru fyrikomandi
– eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávur, sum eru í skúlanum
Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin fer fram, og mið- og hádeild í deildini í Tvøroyrar skúla. Í løtuni eru 222 næmingar í 1. – 10. fl. 30 lærarar og hjálparfólk starvast í skúlanum. Innskúlingin 1.-3. flokkur gongur í Trongisvágs skúla. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og serhølum. Skúlin er væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving.
Umsøkjarar, sum hava flokslærararoyndir, og kunna undirvísa í støddfrøði og handverk&list í innskúlingini hava fyrimun.
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Stuðulsstørv í Tvøroyrar skúla.
4 størv sum námsfrøðiligir stuðlar í Tvøroyrar skúla (Skúlahúsið,serflokkurin)
- 3 av størvunum eru 25 tímar um vikuna.1.august 2022-31.juli 2023
- Tímatalið til 4. starvið verður ásett 1.september. Í skúlahúsinum eru 13 næmingar, við ógvuliga ymiskum avbjóðingum.
Tann, ið settur verður, skal:
– Duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
– Verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
– Vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.
Stuðulsstørvini verða lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 8.juni 2022 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast sum teldupostur til:
tvo@skulin.fo
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til skúlastjóran, Jón Johannesen á tlf. 222320 í skrivstovutíð skúlans. (Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo)
Facebook viðmerkingar