Stórt tiltak verður nú leygardagin leygardagin 28. mai 2022, har Nordhavns Regatta 2022 verður við pomp og pragt. Tað verður tann størsta kappróðrarstevnan, ið nakrantíð fyrr hevur verið í Danmark, ikki minst tí føroyingar nú endiliga kunnu møtast koronafrítt aftan á tvey ár uttan stevnur.
Fleiri suðuroyingar eru við á stevnuni. Marner er eitt ikon eins og Per Strøm fyri Tvørabátin og Nordhavns Regatta gjøgnum øll árini, síðani felagið varð stovnað í 1999, báðir eru teir av Tvøroyri. Teir eru legendir og vælkendir. Í gjøgnum óteljandi ár hava teir dugnaliga tikið sær av hugnaligu pylsubúðini á strondini og prátað við fólk.
Nýtt! Nýtt! Gudstænastu er fyri fyrstu ferð á nakrari regatta, við Borgny Brüning-Hansen presti úr Dali og organisti á harmoniku á strondini undir opnum himli, um veðrið er til vildar.
Eitthvørt verður fyri føroyingar í ymsum aldri. Fyriuttan kappróðurin verður massar av musikki, gastronomiskur matur úr Útnorði, kafe, heimabakað og barr. Róðrarfelagið Tvørabáturin, ið býr í Nordhavini, hevur 5 manningar, og væntað verður, at einar 12 manningar verða í alt úr teimum fimm róðrarfeløgunum í Danmark. Møguleika er at síggja alt á fyrsta klassa í tíggju leðursofum á strondini, fyristillið tykkum! Eisini fer Norðuroyastevnan at vera á stórskíggja í hølunum hjá Tvørabátinum. Lutaseðlar eru við stórum vinningum og generøsum/gávumildum gávukort frá IceFood-handlinum á Amager við alskins mati, drekka og lutum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Virgari Tórarson Dalsgaard setir stevnuna. Janus á Húsagarði undirheldur á strondini við sangi, gittara og munnhørpu. Seinni verður rungandi felagssangur í telti við klubbhúsið, har Hans Petur syngur fyri, og Tummas Niclasen spælir á harmoniku. Johan í Kollafirði hevur show við sangi og keyboard, og Hans Petur í Brekkunum spælir góðan musikk á saksofonina hjá sær. DJ og barr verður út á náttina.
Facebook viðmerkingar