Sunnudagin 29. mai verður gongutúrur út til vitan á Porkerisnesi. Porkeris kommuna skipar fyri útiviku frá 23. mai og til 3. juni, og hesin túrurin er partur av útivikuni.
Túrurin út til Porkerisnes er lættur til miðal tungur, tekur áleið 2-3 tímar og er ókeypis. Byrjað verður við Minnisvarðan í Porkeri kl. 14.00. Tilmelding er ikki neyðug. Ferðaleiðari er Mikkjal Sørensen.
Hetta er ein av gongutúrunum, sum Visit Suðuroy setti á skrá fyrr í ár. Ein annar av túrunum sum Visit Suðuroy skipar fyri verður 18. juni. Hetta er ein serligur gongutúrur frá Sandvík til Akraberg. Hesin túrurin nærum útseldur – einas 5 pláss eru eftir. Tilber at bíleggja sær pláss her.
Facebook viðmerkingar