Kaos á Suðuroyarleiðini frá hálvum august til fyrst í oktober?

Nú er greitt, at Smyril skal í dokk í Danmark miðskeiðis í august og kemur í sigling aftur á Suðuroyarleiðini fyrstu viku í oktober.

Herjólfur III kemur at avloysa Smyril og greitt er, at kapasiteturin til bæði ferðafólkatal og farm verður munandi skerdur.

Spurningurin er so, um tað verður kaos á Suðuroyarleiðini frá hálvum august til fyrst í oktober?

Facebook viðmerkingar