Hymir: Hugnalig, staðbundin felagsmáltíð í Garðslon

Komandi leygardag, 4. Juni, er Hymir – drekki- og matfagnaður í Vági, og nú greiða fyrireikararnir frá tiltøkunum á Hymir.

Fyrsti tátturin á skránni er ein hugnalig, staðbundin felagsmáltíð í matstovuni, Garðslon, kl 13.00. Borðreitt verður við saltaðum kálvakjøti ( 14 mánaðir ) frá Gásadalsgarður við eplum og hvítari sós. Afturvið ein góð Múlafossur øl við vatni úr Múlafossi og bygg velt í Gásadali. Plássið er avmarkað, bílegging á tlfnr. 590995

Facebook viðmerkingar