Frásøgn við myndum: Eldra ættarliðið í Suðuroynni á ferð norðanfjørðs

Fleiri myndir niðast.

Í farnu viku vóru eldra ættarliðið í Suðuroynni á útferð norðansfjørðs, sum Sunrid Olsen, samskipari á Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy skipaði fyri.

Ferðin byrjaði sunnukvøldið, tá farið varð norður við Smyrli og gist var á Hotel Føroyum – og har var tað fantastiskt sum altíð, heilsa tey í ferðaliðinum.

Mánadagin varð vitjað í Sandoynni, m.a. hjá Visit Skopun, har Gerhard Lognberg, borgarstjóri, eisini legði leiðina framvið. Koyrt varð eisini runt í Sandoynni – og hjá onkrum var tað fyrstu ferð, at tey vóru í Sandoynni.

Afturkomin á Hotel Føroyar um kvøldið fingu tey ein góðan bita at eta og fingu eisini vitjan av Streingjakórinum av Argjum.

Týsdagin gekk leiðin vestur í Vágar, har vitjað varð á Krígssavninum og koyrt var til bygdirnar í oynni. Sjálvandi varð steðgað á at “shoppa” í Corellu og hjá John á Vatnsoyrum.

Afturkomin á Hotel Føroyar var borðreitt við 3-rætta matarskrá og Evi Tausen framførdi.

Bæði kvøldini var eisini felagssangur, har Terji Nielsen og Hentzar Hammer spældu undir sanginum.

Ónsdagin kl. 16 gekk leiðin suðuraftur og ein góður túrur norðanfjørðs endaði.

Fyriskipararnir takka hjartaliga fyri stuðulin frá Sumbiar, Vágs, Porkeris, Hovs, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunu og frá Lions Club Suðuroy.

Eisini ein tøkk til manningina umborð á Smyrli, sum altíð veita hjálpandi hond og vísa vælvild hvørjaferð ferðast verður við eldra ættarliðnum úr Suðuroynni.

Facebook viðmerkingar