Á veg suður nú seinnapartin fekk Smyril trupulleikar við at eitt skorsteinsrør ovurhitaðist. Sum skilst førdi hitin við sær, at hol kom á eitt oljurør og at tað síðani kom ein lítul eldur í, sum tó varð sløktur beinanvegin og ongin vandi varð á ferð, varð boðað frá umborð á Smyrli.
Smyril hevurbav somu orsøk siglt við niðursettari ferð. SSL hevur eisini boðað frá, at fráferðin í kvøld verður seinkað.
Facebook viðmerkingar