Í tíðindinum í útvarpinum hjá KVF í gjárkvøldið, segði landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, at suðuroyingar kunnu bara sjálvir finna eitt avloysaraskip fyri Smyril, nú ónøgd er um at Herjólfur, sum tekur 388 ferðafólk (Smyril tekur 975) og 60 bilar (Smyril tekur 200) skal avloysa á Suðuroyarleiðini í hægstu summartíð frá hálvum august, allan september og út í oktober.
Hugburðurin hjá landsstýrismanninum (hevur hann stuðul í allari samgonguni?) til Suðuroyarleiðina er ikki til at taka feil av. Í svari á munnligum fyrispurningi í Løgtinginum, í vikuni áðrenn Løgtingið fór í summarfrí, um sama mál, svaraði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at um Sirið Stenberg, løgtingskvinna, var ónøgd við Herjólf, so kundi hon svimja!
Um hugburðurin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er, at avgreiðslan av málum, sum liggja hjá Fíggjarmálaráðnum, bara kunnu leggjast út til onnur, so er tíðin kanska komin til at avtaka Fíggjarmálaráðið.
Svarið hjá landsstýrismanninum í útvarpinum ónskvøldið er ikki sørt avdúkandi … næstan ala “Suðuroyggin, er hon partur av Føroyum…?”
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar