Hymir: Drink & draw og vínsmakking

Á Hymir í Vági leygardagin 4. juni er ymiskt annarleiðis forkunnugt á skrá, har ímillum eitt spildurnýtt tiltak, sum neyvan hevur verið at sæð í Føroyum fyrr.

Kl. 15 verður Drink & draw tiltak í Ruth Smith savninum. Drink & draw ( Sløkk tostan og tekna? í Ruth Smith savninum. Frá kl. 15.00 – 16.00 í dag verður hugaligur tættur á skránni í savninum á Vágsvegi 101. Komin á gátt í savninum, fáa gestirnir ein leskandi gintonic við føroyskum ginni frá Faer Isles Distillery, og síðani greiðir heimildarfólk frá um megnar listakvinnuna, Ruth Smith, og gestirnir tekna eina mynd við íblástri frá lívinum og listini hjá Ruth. Plássið er avmarkað, atgongumerkið 50 kr.

Kl. 16 verður vínsmakking við Sólfinn Danielsen, tað er í Stóra Pakkhúsið. Plássið er avmarkað og atgongumerkið 100 kr.

Lesið eisini um tiltøkini á Hymir á facebook vanganum Hymir.

Facebook viðmerkingar