Hymir: Grindabátar og Hymir nýggjar øl frá Biskupskeldu

Leygardagin 4. Juni er Hymir – drekka- og matfagnaður í Vági og er spennandi skrá fyri dagin.

Lokala mikrobryggjaríið Biskupskelda luttekur sjálvandi á Hymir og í hesum sambandi eru eisini tvær nýggjar øl komnar frá Biskupskeldu, sum fáast á Hymir.

Talan er um ølina Hymir, sum er ein pale ale, og um Grindabátar, ein myrk øl við íblástri frá týsku klostrunum, ein sokallað dobbelbock.

Facebook viðmerkingar