Skráin fyri Hymir 4. juni 2022

So er skráin fyri Hymir – drekka- og matfagnaður í Vági leygardagin 4. juni klár.

Garðslon

Kl. 13.00 Døgurði í Garðslon. Borðreitt verður við saltaðum kálvakjøti (14 mánaðir) frá Gásadalsgarði við eplum og hvítari sós. Afturvið ein góð Múlafossur øl við vatni úr Múlafossi og bygg velt í Gásadali. Avmarkað pláss og bílegging hjá Garðslon á tlf. 590995.

Garðslon hevur opið allan dagin, har møguleiki er at keypa sær ein betri bita og eisini kaffi & okkurt gott afturvið.

Kl. 22.30 Er tónleikur á skránni har Hans Jacob Hjelm framførir.

Stóra Pakkhús

Kl. 15.00 Søla av atgongumerkjum til konsertina við Kára P og Trio Hinumegin Ringvegin

Kl. 15.00 Ølsmakking við Biskupskeldu (krevur atgongumerki)

Kl. 16.00 Vínsmakking við Sólfinn Danielsen (atgongugjald 50 kr.)

Kl. 16.30 Stóra Pakkhús opið og special øl frá Biskupskeldu fæst til keyps.

Kl. 17.00-20.00 Verður møguleiki at fáa eitt annarleiðis mat-upplivilsi frá Sáru & Hallur.
Á matarseðlinum er føroyskt tapas:

  • Ræstfiska krokettir við garnatálga dippi.
  • Grindakips við soya og mayones dippi
  • Blóðpannikaka við øl, hytteost og candyserað bakon
  • Kjálkar í øldeiggi við wasabi mayones og kips
  • Rastkjøta sliders

Kl. 20.15 Stóra Pakkhús letur aftur í smb. við fyrireiking til konsertina kl. 21.

Kl. 21.00 Konsert við Kára P og Trio Hinumegin Ringvegin (krevur atgongumerki)

Kl. 0.00 Stóra Pakkhús letur aftur.

Kafe’in á Gørðunum

Kl. 15.00-17.00 Kaffi & te og góðar kakur frá Shaila millum Garðarnar afturvið.

Kl. 15.00-22.00 Í hugnaligu kafe’ini á Gørðunum, har tað eisini er savn, verður framsýning hjá Anker Eli Petersen og av gomlum myndum av Gørðunum.

Ruth Smith Savnið

Kl. 15.00-17.00 Ruth Smith Savnið er opið.

Kl. 15.00-16.00 Drink & draw í Ruth Smith Savninum. Avmarkað atgongd.

Hjá Jugga

Kl. 17.00-20.00 Í hugnaligu hølunum hjá Jugga verður møguleiki at keypa ábit og eina kalda bjór afturvið. Á matarseðlinum er:

  • Drýlur og skerpikjøt úr Fámará
  • Drýlur úr Fámará og rullupylsa frá Víkargarði
  • Turrur fiskur, tvøst & spik og eplir við Mikkjal á Løðhamri

Hjá Jugga ber eisini til at keypa forkunnugt øl frá Føroya Bjór og Hymir ølin frá Biskupskeldu.

Neystið við Stóra Pakkhús

Frá kl. 17 til kl. 21 Brim í neystinum saman við natúrvíni frá Sólfinni:

  • Heimabakað olivenbreyð vid kjøtpylsu fra bóndanum í Trøllanesi og súrepla/hvonn kompot
  • Heimabakað traneberbreyð við 11 mánaða ræsaðan Kæsu ost og heimagjørt rabarbusyltutøj
  • Bakaður laksur við salat og honningglasering.

Fiskaplássinum á Gørðunum

Frá kl. 16.00 til kl. 18.00 Um viðrar, verður møguleiki at gera sneisa-breyð yvir opnum eldi á fiskaplássinum á Gørðunum.

Facebook viðmerkingar