Hymir: Anker Eli Petersen framsýning í kafe’ini á Gørðunum

Í samband við Hymir tiltakið í morgin, leygardagin, hevur Anker Eli Petersen skrivað frásøgn og gjørt tekningar um Hymir, ið verður at síggja í kafe’ini á Gørðunum.

Hymir var ein av jøtunum í norðurlendsku gudalæruni. Hann átti ein stóran pott at bryggja øl í, sum Tórur og Týr ætlaðu at lána. Eisini fara teir útróður við Hymir, og dregur Tórur miðgarðsormin at borði, meðan Hymir bara fekk tveir stórhvalir.

Áhugaverdu og stuttiliga søguna um vitjanina hjá Hymir kunnu tit lá facebook vanganum hjá Hymir, og framsýningina hjá Anker Eli kunnu tit uppliva leygardagin.

Kafe’in á Gørðunum er opið leygardagin frá kl. 15 til kl. 22.

Facebook viðmerkingar