Elna og Páll vunnu 21. umfar í sjavs

21. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag varð spælt í VB-húsinum 2. juni – og hetta umfarið vunnu Elna Poulsen og Páll Lervig.

Úrslitið av umfarinum var hetta:
Nr. 1. Elna Poulsen og Páll Lervig, 4 stig hvør
Nr. 2. Kathrina Borgardal og Eirik Poulsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Sámal Poulsen og Jens Mørk, 2 stig hvør
Nr. 4. Guðrið Larssen og Egill Steintórsson, 1 stig hvør

Næsta sjavskapping verður á Jóansøku og spælt verður í VB-húsinum tórskvøldið 23. juni. kl. 18.30.

Tann kappingin telur við stigum, men harumframt verða tað vinningar at spæla um og eisini lutaseðlar – og tey 4 bestu pørini fáa steyp.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar