Suðuroyar kirkjubók fyri árini 1745-1892 verður løgd fram á Seglhúsloftinum á Tvøroyri mikukvøldið 15. juni klokkan sjey.
Har fer býráðsformaðurin á Tvøroyri Kristin Michelsen at heilsa okkum. Kirkjukórið Ljómur syngur. Sóknarpresturin Jónsvein Bech, sum nú skrivar kirkjubøkur, greiðir frá tí týdningi, sum tær hava. Jon Hestoy greiðir frá tiltakinum. Johan G. Mikkelsen er ritstjóri á hesi verkætlan. Honum fyri at takka hevur forlagið hjá mentanarritinum Varðanum fingið møguleika fyri at geva út sjey av teimum níggju kirkjubókunum frá hesum tíðarskeiði við seks ættarliðum, og fær hann tí handað fyrsta eintakið av hesi bók, sum er størsta keldusavn til søgu Suðuroyar, eins og hann fekk handað kirkjubøkurnar í Eysturoynni, Norðoyggjum, Vágum, Norðstreymoy og Suðurstreymoy. Tær hevur hann eisini skrivað av og ritstjórnað.
Her kunnu vit síggja hvørji børn eru doypt, gummur og gubbar teirra, saman við hvørjum tey eru fermd, nær tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið og nær tey eru deyð. Higartil hevur hetta tilfar verið mest sum óatkomuligt, men nú ber til hjá leikum og lærdum at síggja tað á prenti. Tí fer at bera til at skriva ættarsøgur og bygdarsøgur. Vit síggja skilliga hvussu skjótt Suðuroyggin í hesum árum tók seg fram og gjørdist lokomotivið í føroyska vinnulívinum.
Felagið Varðin
Facebook viðmerkingar