Jóansøka verður í Vági vikuskiftið 24.-26. juni og spennandi skráin er nú tøk. Jóansøkuskráin byrjar longu týsdagin 21. juni og inniheldur hon bæði list, mentan, ítrótt og mangt annað.
Jóansøkuskráin 2022 er tøk talgild, og kemur eisini út í jóansøkublaðnum, sum er farið til prentingar. Einstøk tiltøk, ið ikki náddu at koma við í blaðið, áðrenn tað fór til prentingar, eru at finna í talgildu skránni.
Skráin sæst her.
Facebook viðmerkingar