Mánadagin 20. juni letur borgaratænastan hjá Vágs Kommunu upp í Miðlatúni. Borgaratænasta vegleiðir borgarum í ymiskum viðurskiftum, sum hava við kommununa at gera, og virkar sum millumliðið millum borgaran og fyrisitingina hjá kommununi.
Borgaratænastan er ein liður í arbeiðinum hjá kommununi at betra um borgaravendu tænastuna. Borgaratænastan hevur við sær, at borgarar og vitjandi í Vági nú hava eitt og sama stað at fara til, tá eitthvørt skal avgreiðast við kommununa. Borgaratænastan hevur við sær, at móttøkan á kommunuskrivstovuni verður niðurløgd.
Miðlatún er upplagda staðið at staðseta borgaratænastuna. Snotiligi bygningurin, sum liggur mitt í Vági, húsar í dag kunningarstovuna og býarbókasavnið. Miðlatún virkar eisini sum eitt mentanarhús, har alskyns tiltøk og virksemi er í gjøgnum ári. Húsið er opið seks dagar um vikuna og liggur við høvuðsvegin, Vágsvegur, og er atkomuligur fyri fólk við rørslutarni.
Borgaratænastan er í høvuðsheitum ikki ein nýggj tænasta, men borgaratænastan samlar verandi tænastur í eitt stað. Eitt toymi kemur at taka sær av borgaratænastuni, og dentur verður lagdur á nærverandi og dygdargóða tænastu fyri øll.
Vágs Kommuna kemur framhaldandi at hava telefon 66 30 00 og teldupost vagur@vagur.fo. Borgaratænastan er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 10.00 til 15.00.
Upplatingartíðirnar í Miðlatún verða óbroyttar. Miðlatún er opið:
- Mánadag kl. 10.00-18.00
- Týs-fríggjadag kl. 10.00-16.00
- Leygardag kl. 10.00-14.00
Facebook viðmerkingar