Elsbet fyrsti námfrøðihjálpari útbúgvin í Føroyum

Elsbet Klakstein, bleiv í dag sum fyrsti føroyingur, útbúgvin sum námsfrøðihjálpari í Føroyum. Námsfrøðihjálpara útbúgvingin byrjaði á Heilsuskúla Føroya í august 2020 . Við útbúgvingini fært tú vitan um námsfrøði, sálarfrøði, mentan og virksemi, rørslu, útilív og samskifti, innan barna- ella serøkið, umframt at tú møtir nógvum spennandi fólkum við sama áhuga sum tú.

Útbúgvingin tekur tvey ár og er væl tilrættaløgd, og er sostatt skipað við undirvísing á skúlanum, fjarlestri og starvsvenjing á stovnum í Føroyum, soleiðis at teori og praksis verða knýtt saman.

Á myndini eru frá vinstru: Rakul í Lágabø Nolsøe, toymisleiðari fyri útbúgvingina, Elsbet Klakstein og Vivie Davidsen, skúlastjóri.

Facebook viðmerkingar