FC Suðuroy vann ein greiðan 5-1 sigur ímóti AB í jóansøku-dystinum á Eiðinum fríggjakvøldið, eftir hálvleiksstøðuna 1-1.
Málini hjá FC Suðuroy gjørdu:
Heri Kjærbo 2 mál (bæði brotsspark)
Pætur Augustinussen 1 mál
Janus Augustinussen 1 mál
Fríði Holm 1 mál
Ikki minst var dysturin í dag eisini fyrsti dystur á besta liðnum hjá FC Suðuroy hjá 16 ára gamla Bjarta Ludvig.
Og í dag sóu okur eisini eitt comeback, tí Ioba, sum er úr Georgia, er saman við familjuni fluttur til Vágs.Ioba spældi við FC Suðuroy í 2015 og 2016, og kom inn í seinna hálvleiki.
Sum vant á jóansøku, so var talan um steypadyst og fekk vinnandi liðið, FC Suðuroy, steyp, sum bryggjaríð Biskupskelda hevði latið.
Facebook viðmerkingar