Styrki Fitness kemur at reka venjingarmiðstøðina í Páls Høll

Í dag hevur Vágs Kommuna og Styrki Fitness undirskriva leiguavtalu. Styrki Fitness fer frá november at reka venjingarmiðstøð á fyrstu hædd í Páls Høll.

Vágs Kommuna sendi út fyrr í ár útboð til at reka venjingarmiðstøð. Í samband við útboðið, so valdi kommunan at økja um økið, har venjingarmiðstøðin skal vera. Farið var frá einum økið á fyrstu hædd á 120 m2 til eitt økið á 240 m2. Tvey boð komu inn og býráðið í Vágs Kommunu avgjørdi á býráðsfundi 31. mai 2022 at taka av tilboðnum hjá Styrki Fitness at reka venjingarmiðstøð.

Styrki Fitness við Sigurð Marner Simonsen, Hjørdis R. Simonsen, Anita R. Nysted og Johannes S. Nysted er ein lokal og ný stovna fyritøka. Sigurð Marner er sjálvur útbúgvin fysioterapeutur og hevur royndir at reka venjingarmiðstøð.

Vágs Kommuna sær fram til gott samstarv við Styrki Fitness og vónar at vágbingar og suðuroyingar taka væl í móti nýggju venjingarmiðstøðini, sum eftir ætlan letur upp november.

Facebook viðmerkingar