Í alt summarkemur Marghøllin at hava opið fyri vitjandi. Í Marghøllini koma hoppiborgirnar at standa uppi, og møguleiki er eisini fyri at klintra og spæla ymisk spøl á vøllinum.
Marghøllin kemur at hava opið frá kl. 9.00 til 18.00, og byrjað verður mánadagin 4. juli.
Kostnaður er 50 kr. fyri hvønn persón millum 2 og 18 ár. Til ber at keypa atgongumerkir á ein dag fyri 50 kr., tríggir dagar á 150 kr. og eina viku á 300 kr. Atgongumerkini kunnu keypast í Páls Høll og í Miðlatúni.
Facebook viðmerkingar