Í dag hevur byggifyritøkan Norcon handa íbúðirnar í Mýrunum í Vági til Bústaðir – og harvið er verkætlanin, sum byrjaði í mars 2020 nú liðug og í næstum verður greitt, hvør kann flyta inn í lutaíbúðirnar í Mýrunum.
Í Mýrunum eru 6 íbúðir, tvær íbúðir eru 90 fermetrar til støddar og fýra íbúðir eru 80 fermetrar. Báðar støddirnar hava tvey kømur, men tann størra íbúðin kann tillagast, soleiðis at har eru 3 kømur. Í íbúðunum er annars stórt alrúm við stovu og køk, durður og stórt baðirúm. Íbúðirnar eru hitaðar við jarðhita.
Byggifyritøkan Norcon hevur staðið fyri byggingini av íbúðunum og hava m.a. Tangavirkið og MR-EL verið undirveitarar. Útgrevsturin byrjaði annars í november 2020 og á várið 2021 varð farið undir at byggja.
Fyrstu lutaíbúðir í Føroyum í nýggjari tíð
Íbúðirnar í Mýrunum í Vági eru bygdar sum lutaíbúðir og eru hetta fyrstu íbúðir í Føroyum í nýggjari tíð, sum eru bygdar beinleiðis sum lutaíbúðir. Skoytast kann uppí, at ein partur av íbúðunum hjá Bústaðir á Toftum, sum upprunaliga vórðu bygdar sum leiguíbúðir, vóru broyttar til at verða lutaíbúðir eftir sama leisti, sum lutaíbúðirnar í Vági eru skipaðar eftir.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá lutaíbúðunum í Mýrunum.
Facebook viðmerkingar