MTV Byggivirkið byggja fyri Faroe Ship

Faroe Ship og MTV-Byggivirkið hava undirskrivað sáttmála um nýggjar bygningar á Skansabryggjuni.

Nýggju bygningarnir verða tilsamans 5.100m2 til støddar. Hesir fermetrar koma afturat verandi 1.500m2 í Gráa Pakkhúsi.

Bygningarnir verða eftir ætlan lidnir á heysti 2023.

Eisini eru samráðingar við MTV-Byggivirkið um nýggja høvuðsskrivstovu í sama øki sum nýggju bygningarnir.

Facebook viðmerkingar