Matthew hevur verið á Tvøroyri og hevur vant við felagnum í fleiri mánaðir. Hetta hevur givið felagnum góðar møguleikar at síggja hvørjar dygdir Matthew hevur sum fótbóltsleikari. Matthew hevur eisini fingið góðan kunnleika um felagið og býin.
Matt um sáttmálan:
Hey øll, eg eiti Matthew Lee og eri frá Sakramento, Kalifornia í USA. Eg eri sera spentur upp á at sleppa at byrja við hesum frálíka hópi av leikarum á Tvøroyri. Framtíðin sær lovandi út hjá felagnum og eg vóni at kunna geva mítt íkast, soleiðis at vit kunnu vinna deildina í ár. Takk fyri!
Dan Jensen, um sáttmálan við Matt:
Matt hevur offensivar dygdir, ið koma til at vera eitt gott íkast til hóp okkara. Hann kann spæla sum áloypari og annars nýtast á øllum offensivum plássum. Vit gleða okkum til at síggja Matthew verða spældan inn í hópin, so vit fáa brúkt hansara dygdir. Hjartaliga vælkomin Matt.
Facebook viðmerkingar