Svar til fyrispurning nr. 52-212/2021 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Herjólf sum avloysaraskip hjá Smyrli.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu verður ferðaætlanin við nýggja avloysaraskipinum á suðuroyarleiðini?
2. Hvussu leingi tekur tað at sigla til meginøkið og aftur?
3. Hvussu stór alda ella harður streymur skal vera, áðrenn túrar verða avlýstir?
4. Hevur Herjólfur stabilisatorar?
5. Hvussu skal ítrótturin skipa seg hesa tíðina?
6. Hvussu skulu pendlarar skipa seg?
7. Hvussu skulu arbeiðsplássini skipa seg?
8. Hvussu skal vinnan fáa somu nøgd av farmi til og av oynni hesa tíðina?
Svar til spurning nr. 1 og 2
Eftir føstu ferðaætlanini siglir Smyril 36 ferðir um Suðuroyarfjørð um vikuna, tað vil siga 18 ferðir aftur og fram um vikuna. Tá avloysaraskip eru fyri Smyril, verður vanliga siglt færri túrar.
Strandferðslan arbeiðir við at leggja ferðaætlanina, og hon verður løgd eftir, at tað tekur 2 tímar og 45 minuttir at sigla. Herjólfur fer í øllum førum at sigla 4 túrar um dagin, ella 28 túrar um Suðuroyarfjørð um vikuna.
Strandferðslan kannar í løtuni um tað ber til at sigla fleiri túrar um vikuna og hvussu tað skal skipast. Hetta fyri, at møguleiki eisini skal verða at flyta farm í tíðarskeiðnum. Fleiri viðurskifti skulu fáast uppá pláss, til dømis um manningar, tilbúgving, vaktarhald og játtan. Sáttmálar og ásetingar skulu haldast.
Hetta kann økja túratalið um Suðuroyarfjørð til millum 34-42 og siglir Herjólfur 42 túrar um vikuna, so siglir hann alla tíðina og har ein part av tíðini er sett av til farmaflutning.
Svar til spurning nr. 3
Trygdin hjá ferðafólki og manning verður sett fremst, og siglt verður bara tá tað er ráðiligt at sigla. Allar trygdarfyriskipanir verða hildnar. Viðmerkjast skal, at tað er sera sjálvdan, at ferðir verða útsettar ella avlýstar vegna veður. Tær avlýsingar sum eru, eru meginpartin á hávetri.
Um vit samanbera Herjólf og Smyril, so kann Herjólfur sambært Strandferðsluni, sigla í somu veðurlíkindum sum Smyril.
Svar til spurning 4
Herjólfur hevur stabilisatorar.
Svar til spurning 5, 6 og 7
Ítrótturin, penlarar og arbeiðspláss mugu skipa seg eftir umstøðunum, meðan Herjólfur siglur.
Umstøðurnar til bilaflutning og farmaflutning verða nógv skerdar, meðan Smyril er í dokk.
Smyril tekur 200 bilar, ella 30 trailarar og sleip, meðan Herjólfur tekur 67 bilar, ella 18 trailarar og sleip.
Verður hugt eftir ferðafólkahagtølum frá undanfarnu árum, so verður tað í allar flestu førum soleiðis, at øll ferðafólk sleppa við Herjólfi, og at eingin fer at standa eftir á kajini.
Herjólfur fer at hava eina bókingarskipan, sum merkir, at neyðugt er at bóka ávísan túr fyri at tryggja sær at fáa bilin við, tá ið Herjólfur skal avloysa Smyril.
Svar til spurning 8
Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at kanna hvussu farmaflutningur við Herjólfi av vørum innan fiskaframleiðslu og ídnaðarframleiðslu kann vera skipaður, meðan Smyril er í dokk.
Tinganes, 30. juni 2022.
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum
Facebook viðmerkingar