Kvøða til Jógvan Telling Joensen á 75 ára degnum

Í dag fyllur skyldmaðurin mín Jógvan Telling Joensen 75 ár. Jógvan og eg eri trímenningar. Pápi Jógvan var Egil Joensen úr Vági. Mamma mín Ingibjørg og Eigil eru systkinabørn. 

Eigil var sonur Jensinu abbasystur, sum er dóttur Jógvan í Líðini vanliga nevndur Jogga.

Mamma Jógvan var Maia Joensen ættað úr Havn.

Eg takki tær góði vinur og skyldmaður, fyri alt gott gjøgnum árini og ynski tær stórt til lukku við stóra runda degnum. 

Fyri at nevna onkrar løtur góði Jógvan. 

Eg gloymi ikki aftur á barnadagar og ungdómsdagar har m.a, tá ið tú kom til Vágs og okur øll fingið eitt eintak av LP ini “ Annika og Jógvan “, tað vóru ógloymadi løtur. Sum sita fast. Eg havi LP ina enn. 

Abbin mín Jens og Eigil pápi tykkara vóru sum beiggjar og vóru eisini uppvaksnir saman. Tað tók nøkur ár áðrenn eg visti, at teir ikki vóru beiggjar, men at abbin var pápabeiggi at Eigil. 

Omman tín Jensina fór sum heilt ung niður til Danmarkar og pápi tín var verandi hjá ommuni og abbanum í Vági. 

Aftur til tónleilkin eg minnist tá ið  “ Skiparin Litli “ kom út og var ein sann landaplága í útvarpinum og plátan er enn við mær tann dag í dag, hon verður enn spæld.

Jógvan eg vil takka tær fyri framúr tónleik, sum tú hevur gjørt gjøgnum øll árini. Eitt satt frøði fyri økkum øll. Heilt einastandi góð evnir bæði til yrkingar og tónleik, har tú sum oftast spælir uppá øll ljóðføri, framúr evnir sum tú hevur. 

Ikki løgið, at tú eisini var heiðraður fyri tín framúr tónleik, hettar hendi í Norðurlandahúsinum fyri fáum árum síðani. 

Tað var ein stórur dagur og sera væl uppiborið góðin. 

At vera tín trímenningur, havi eg verið mega stóltur av. Hasi evnir hevur tú avgjørt eftir pápa tínum Eigil, tað sum eg minnist hann spældi hann uppá alt. 

Eg minnist, at hann spældi uppá skeiðir og skapti tónleik úr ongum. Akkurát sum tú góði.

Minnist eisini væl, at eg og okur systkin vóru altíð og vitjaði tykkum í Havn. 

Har foreldur tínu, ( og um tú og Hanna eisini vóru heima), góðu okkum fyrikomandi og góðat familju løtur. Takk fyri tað tit. Altíð líka fyrikomandi og blíð. 

Tú var fluttur heim úr DK, seinast eg var í tínum barnaheimi og minnist mær rætt hevðu tú íbúð kjallaranum hjá foreldrinum í Havn tá. 

Altíð hava tykur øll fylt nógv her hjá familjuni í Vági, og tað ferð ongan veg. 

Herfyri fingu okur eitt prát saman í Havn, sum ikki einaferð fór prátið um tónleik og familjuna í Vági. 

Takk fyri alt og stórt til lukku við 75 ára degnum Jógvan skyldmaðurin. 

Og bestu kvøður fyri framtíð tína góði Jógvan.

Levi Mørk

Facebook viðmerkingar