Ferđslutrygdin viđ Vágs skúla verður nú í hásæti

Nógv tung ferđslu er viđ Vágs skúla, bæđi tá iđ næmingar koma og fara úr skúlanum og ikki at gloyma, tungu ferđsluna frá havnarlagnum.
Somuleiđis er tađ sera vandamiki tá iđ bussar stegđa har. Og børnini eru tí oftani í vanda.
Hettar vildi núverandi samgonga gera nakað við og fyrst var gjørt parkerigspláss omanfyri kommuskrivstovuna. Og harvið eisini meira skipað ferðsluviðurskifti á Toftavegi.
Í dag var byrja uppá at grava út fyri busslumma og parkerikspláss niðanfyri kommunuskrivstovuna. Hettar eru sera gleðilig tíðindir, sum Vágs kommuna nú setir í gongd.
Okur hava í Tekniskunevnd arbeitt viđ ymiskum loysnum, viđ Vágs skúla, tí har er nógv tung ferðsla eitt nú frá Bakkafrost og er tað ikki heilt vandamiki fyri skúlabørnini.
Nú er hol eisini sett á henda partin. Harviđ verður trygdin eisini sett enn meira í hásæti hjá skúlabørninum.

Levi Mørk,býráðslimur og næstformaður í Tekniskunevnd

Facebook viðmerkingar