Í mun til árstíðina, so hevur veðrið verið alt annað enn summarligt síðani í gjárkvøldið.
Í Suðuroynni hevur verið heilt nógbur vindur í nátt við hørðum hvirvlum, og varð mált omanfyri 50 m/s á Ørðaskarði í nátt.
Orsaka av veðrinum eru eisini fleiri avlýsingar hjá SSL, m.a. koyra Bygdaleiðir í Suðuroynni ikki í løtuni. Fylgjast kann við á SSL.fo.
Facebook viðmerkingar