Royndirnar frá Skopunarfirði nú brúktar á Suðuroyarleiðini

Eftir døgurða í dag (fríggjadagin 12. august) lat Strandfaraskip Landsins upp bókingarskipan í samband við at Herjólfur III skal avloysa Smyril, meðan Smyril er í dokk. Herjólfur III fer í sigling á Suðuroyarleiðini leygarmorgunin 20. august kl. 6.00 og skal ætlandi røkja Suðuroyarleiðina fram til sunnudagin 2. oktober.

Bókingarskipanin á Suðuroyarleiðini er hin sama, sum hevur verið á Sandoyarleiðini seinastu árini. Umvegis skipanina ber til at bíleggja bæði til ferðafólk og akfør – og bílegging kann sjálvsagt gerast bæði suðureftir og norðureftir við Herjólfi III.

Bókingarskipanin er skipað soleiðis, at tú stovnar ein vanga og rindar inn á vangan/konto’ina, og verða pengar so trektir av til ferðaseðlar.

Bókingarskipanin er her:

https://booking.ssl.fo/Booking/

Facebook viðmerkingar