Suðuroyingar eru á veg til Havnar við Smyrli at handa landsstýrismanninum í fíggjar- og samferðslumálum undirskriftir, sum mótmæla handfaringini av suðuroyarleiðini.
1.041 undirskriftir eru savnaðar talgilt.
Stigtakararnir krevja, at Uni Rasmussen, landsstýrismaður, gevur Strandferðsluni boð um, at Smyril fer ikki í dokk, fyrr enn Strandferðslan hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip, sum er á stødd við Smyril, og sum kann sigla líka skjótt og flyta líka nógvar bilar, ferðafólk og farm um Suðuroyarfjørð sum Smyril.
Kravt verður eisini, at landsstýrismaðurin tekur stig til, at alment partafelag verður stovnað í inniverandi ári at fyrireika Suðuroyartunnilin. Og at fígging verður útvegað og neyðuga játtanin verður avsett á fíggjarætlanini fyri 2023 soleiðis, at koyrandi verður til og úr Suðuroynni í 2030.
Undirskriftirnar verða í Tinganesi seinnapartin.
Kelda: KVF
Facebook viðmerkingar