48 næmingar á heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum

Í dag byrjaði heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og 48 spentir næmingar høvdu við avvarandi lagt leiðina til næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum, har øll møttu fyrr í dag.

Kynsbýtið er javnt, so har eru 24 dreingir og 24 gentur, og talan er eins og undanfarin heystskeið um føroyingar burturav.

Áhugin fyri at sleppa á Ítróttaháskúlan er sera stórur og um játtan var til tað, so kundi næmingatalið lætt verið tað tvífalda.

Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum varir í 16 vikur.

Facebook viðmerkingar