Klokkan 6:00 í morgun fór Herjólfur III av Krambatanga á sínum fyrsta túri í ferðaætlanini um Suðuroyarfjørð.
Umframt nakað av farmi, vóru 47 ferðafólk og 13 bilar við á túrinum. Hóast mótrák nærum allan túrin, varð siglingartíðin umleið 2:30 tímar.
Klokkan 10:00 fór Herjólfur aftur av Havnini við 116 ferðafólkum og gott 40 bilum.
Burtursæð frá føroyska summarregninum, gekk heilt væl við av- og áskipan av ferðafólki og akførum. Nú bíleggingarskipanin verður royndarkoyrd á Suðuroyarleiðini, skulu tey ferðandi kanska líka venja seg til broyttu mannagongdirnar við at avgreiða ferðaseðilin, áðrenn farið verður umborð.
Facebook viðmerkingar