Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2022 var 587 milliónir krónur. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 509 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 41 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarhall á 108 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 119 milliónir krónur.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri: “Vit eru væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Vit fegnast serliga um, at lívfrøðiliga gongdin í Føroyum hevur verið sera góð. Lúsatølini vóru metlág, í mun til sama ársfjórðing seinastu 8 árini, fellið var lágt og vøksturin góður. Í laksaaling hava smáar broytingar stóra ávirkan á úrslitið. Áhaldandi menning og jaliga gongdin í hesum ársfjórðinginum er í stóran mun eitt úrslit av mongu tillagingunum, vit hava gjørt í alingini í Føroyum. Eitt nú hava vit gjørt tillagingar í smoltframleiðsluni, ið hava givið okkum sterkari og meira mótstøðufør smolt, sum klára seg betur á sjónum.
Í Skotlandi er enn nakað eftir, til vit hava lyft alingina upp á føroyska støðið. Millum annað skulu vit gera stórar íløgur í smoltstøðir. Við útgangsstøðinum í Skotlandi í huga, fara hesar at hava enn størri ávirkan á raksturin í Skotlandi, enn tilsvarandi íløgur hava í Føroyum.
Á heysti 2021 kunngjørdi Bakkafrost eina umfatandi íløguætlan á 6,2 milliardir krónur, harav íløgur fyri 1,7 milliardir skulu gerast í 2022. Fyri at fíggja hesar risastóru íløgur, er neyðugt at hava góð rakstrarúrslit, sum í hesum hálvárinum, har so at siga allur vinningurin er farin til íløgur og avseting til skatt, umleið helvt um helvt. Íløguætlan okkara skapar nógv virksemi í samfelagnum. Fyrsta hálvár í ár hava vit gjørt íløgur fyri 447 milliónir krónur, harav 261 milliónir krónur í Føroyum, og hava keypt fyri 1,2 milliardir krónur frá føroyskum veitarum. Afturat hesum hava vit goldið 250 milliónir krónur í lønum til føroyskar løntakarar og 510 milliónir krónur eru goldnar ella avsettar til tøkugjald, partafelags- og vinningsbýtisskatt.
Laksamarknaðurin hevur hendan ársfjórðingin verið merktur av methøgum prísum. Matstovuvinnan hevur tikið seg upp aftur aftaná Korona-farsóttina – samstundis sum alarar ístóran mun hava selt laks við sáttmálum. Sostatt hevur tøka nøgdin av feskum laksi á spotmarknaðunum verið lág, samstundis sum tørvurin á feskum laksi uppá stutta tíð er vaksin nógv. Hóast eftirspurningurin framvegis er høgur og útboðsvøksturin avmarkaður, vænta vit lægri laksaprísir framyvir. Altjóða marknaðarprísurin á feskum laksi er fallin á eitt støði, ið líkist meira undanfarnum árum.
Stóra inflatiónin fer at ávirka kostnaðarstøðið hjá allari alivinnuni framyvir. Rávøru- og orkuprísir eru farnir nógv upp og fer hetta at hava neiliga ávirkan á úrslit okkara komandi tíðina. Av tí at tað tekur útivið 3 ár at ala ein laks, sæst kostnaðarøkingin ikki í úrslitinum enn, tí fullvaksni laksurin, ið higartil er tikin til slakt, í stóran mun endurspeglar kostnaðarstøðið í 2020-2021. Hækkandi kostnaðirnir fara tó at síggjast í úrslitunum hjá allari alivinnuni komandi tíðina – eisini hjá Bakkafrost.“
Samlaða tøkan í øðrum ársfjórðingi fyri aligeiran hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi var 19.700 tons í kruvdari vekt, í mun til 28.200 tons sama ársfjórðing í fjør. Harav vórðu 17.100 tons tikin í Føroyum, í mun til 17.600 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 6.600 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 10.600 tons sama ársfjórðing í fjør.
Samlaða tøkan í fyrra hálvári 2022 fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 41.200 tons í kruvdari vekt, í mun til 49.200 tons fyrra hálvár í fjør. Harav vórðu 30.600 tons tikin í Føroyum, í mun til 31.600 tons fyrra hálvár í fjør. Í Skotlandi vórðu 10.600 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 17.600 tons fyrra hálvár í fjør.
Tilsamans vórðu 6,2 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi, í mun til 5,2 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 3,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 2,8 milliónir smolt í Skotlandi.
Tilsamans fyri fyrra hálvár 2022 vórðu 10,4 milliónir smolt sett út, í mun til 9,3 milliónir smolt fyrra hálvár í fjør. 5,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 5,1 milliónir smolt í Skotlandi.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 509 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til 348 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 617 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, samanborið við 343 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør. Laksaprísirnir vóru hægri í øðrum ársfjórðingi, samanborið við annan ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 41 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarúrslit á 53 annan ársfjórðing í fjør. Óvanligt felli førdi við sær ein kostnað á 57 milliónir krónir fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til 7 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 5,3 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarúrslit á 48,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2022 var 119 milliónir krónur, samanborið við 57 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.267 milliónir krónur við endan á øðrum ársfjórðingi, 2022 í mun til 2.126 milliónir krónur við árslok 2021. Bakkafrost hevði 2.924 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á øðrum ársfjórðingi 2022.
Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 29. apríl 2022, varð samtykt, at gjalda 5,14 krónur út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 304 milliónir krónur, ið vórðu goldnar tann 20. mai 2022.
ÚTLIT
Marknaður
Útboðið av laksi minkaði 7%
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi minkaði umleið 6,8% annan ársfjórðing 2022, í mun til sama ársfjórðing árið fyri. Burtursæð frá goymslubroytingum, minkaði samlaða útboðið av laksi við umleið 2,8% í ársfjórðinginum samanborið við sama ársfjórðing 2021.
Laksaprísurin var 70% hægri
Laksaprísurin var 70% hægri í øðrum ársfjórðingi 2022, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Minkaða útboðið av laksi, óvanliga nógv sáttmálabundin søla, økti eftirspurningurin og príshækkingar á øðrum matvørum elvdi til methøgan laksaprís í hesum ársfjórðingi.
Útboðið minkar í 2022
Altjóða útboðið av laksi í fyrru helvt av 2022 minkaði umleið 6%, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Í øðrum ársfjórðingi hækkar útboði av laksi væntandi 2% og fyri alt 2022 minkar útboðið av laksi væntandi 1% í mun til árið fyri, tá ið goymslubroytingar eru íroknaðar. Fyrra hálvár 2023 hækkar útboðið av laksi væntandi 3%.
Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA og Fjareystri. Hetta er við til at minka um marknaðarváðan. Síðani russisku innrásina í Ukraina hevur Bakkafrost steðgað øllum handli við Russland.
Aling
Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið sera góð í øðrum ársfjórðingi eins og í undanfarna. Lúsatølini vóru metlág, í mun til sama ársfjórðing seinastu 8 árini, fellið var sera lágt og vøksturin góður. Í triðja ársfjórðingi 2022 verður nýggi stóri brunnbáturin, Bakkafossur, liðugur. Bakkafossur, ið hevur sjógvtangar á 7.000m3, umframt tangar á 3.000m3 til feskvatnsviðgerð, fer at minka lívfrøðiliga váðan enn meira.
Tað líður væl við útbyggingunum av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali, sum væntandi kunnu takast í fulla nýtslu í 2023. Hetta eru týdningamiklir hornasteinar á leiðini til at røkka málinum fyri 2026, um at kunna framleiða 23 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500g. Framleiðslan av stórum smoltum er tillagað nógv seinasta árið og hesar tillagingar vísa góð úrslit og hava givið betri smoltgóðsku og smolt við størri mótstøðuføri.
Í Skotlandi hava tað verið avbjóðingar á nøkrum einstøkum alibrúkum, men munandi minni avbjóðingar enn í undanfarnum ársfjórðingum. Hetta vísir tó at lívfrøðiligi váðin enn er høgur í Skotlandi. Stór-smolt strategiin hjá Bakkafrost er ein týðandi liður í at minka um lívfrøðiliga váðan og betra um raksturin í Skotlandi. Tískil verður høvuðsdenturin lagdur á at gera íløgur í nýggjar smoltstøðir , ið kunnu tryggja betri góðsku og størri smolt. Hetta fer at betra munandi um alingina í Skotlandi um nøkur ár. Tann fyrsta av hesum trimum smoltstøðunum er smoltstøðin Applecross, sum í løtuni verður víðkað og uppstigað munandi. í 2023 verður framleiðslan frá Applecross smoltstøðini hækka so líðandi til um 8 milliónir smolt á 250g og miðskeiðis í 2024 væntast framleiðslan at økjast 40% afturat.
Í øðrum ársfjórðingi 2022 var miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 101g, ið er 32% hægri enn sama ársfjórðing í fjør.
Bakkafrost ætlar komandi árini at gera stórar íløgur í 3 stórar smoltstøðir í Skotlandi, ið tilsamans kunnu framleiða 18 milliónir smolt á 500g. Í fyrsta ársfjórðingi 2022 tryggjaði Bakkafrost sær lendi til næstu stóru smoltstøðina. Byggingin fer væntandi í gongd seinna hálvár 2022.
Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi.
Í øðrum ársfjórðingi 2022 varð tann næsti stóri brunnbáturin til feskvatnsviðgerð tikin í nýtslu í Skotlandi. Hervið varð feskvatnsviðgerðarmegin meira enn tvífaldað, og er hetta eitt týðandi amboð til at betra lívfrøðina í Skotlandi og minka um felli.
Smolt útseting
Í 2022 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,9 milliónir stór smolt í Føroyum og 10,8 milliónir smolt á 120g í Skotlandi.
Milliónir smolt | 2022 | 2021 | 2020 | 2019 | 2018 |
FO | 14.9 | 14.4 | 14.3 | 12.7 | 12.6 |
SCT | 10.8 | 11.1 | 10.4 | 12.4 | 8.6 |
Bakkafrost hevur kunngjørt, at væntaða tøkan fyri 2022 verður 68.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 35.000 tons í Skotlandi.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hettar ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt, nakað sum hevur verið ein stórur fyrimunur undir Korona farsóttini. Sostatt hevur Bakkafrost megnað at møtt tí økta eftirspurninginum eftir liðugvørum, sum hevur verið undir Korona farsóttini. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 31% av væntaðu samlaðu tøkuni í 2022. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2022 er 753 túsund tons, sum er ein lækking á 19% samanborið við 2021.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2022 verður væntandi hægri enn í 2021. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2022 verður mett til 130.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.
Íløgur
Á íleggjaradøgunum tann 14. og 15. september 2021 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2022-2026 áljóðandi 6,2 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.
Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er at avrita háttin, Bakkafrost virkar uppá í Føroyum, til Skotlands. Bakkafrost ætlar millum annað at byggja 3 stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Harvið fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 18 milliónir smolt á 500g í Skotlandi í 2026. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.
Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra at árliga framleiðslan av smolti í 2026 verður omanfyri 23 milliónir smolt á 500g. Harafturat verður stór lívfiskastøð bygd í Skálavík og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður eisini víðkað. Í íløguætlanini er eisini sett av til nýggja alitøkni á sjónum, ið kann gera tað møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 100.000 tons í kruvdari vekt, ið annars er ætlanin at røkka í 2026.
Við íløguætlanini 2022-2026 væntar Bakkafrost at røkka eina samlaða tøku á 150.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2026. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at uppbyggja eina samlaða framleiðsluorku á 180.000 tons av laksi í kruvdari vekt.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Afturat hesum hevur Bakkafrost í desember 2021 undirskrivað 5 ára avtalu um burðardygga endurfígging av samtakinum við 700 milliónum evrum, umframt atgongd til 150 milliónir evrur í eykafígging um neyðugt.
Facebook viðmerkingar