Stuttfilmskapping um Heimsmálini

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í ár fyri filmskapping fyri hádeild og miðnám um Heimsmálini hjá ST.

Hesa ferð gera næmingarnir sjálvir av, hvat ella hvørji av teim seytjan heimsmálunum, teir viðgera í filminum.

Longdin á lidna filminum skal í mesta lagi vera 7 minuttir, og frásøgumátin er upp til næmingarnar í samráð við læraran.

Til ber at gera filmin sum heimildarfilm, listafilm ella annað slag av filmi, bara hann heldur seg greitt til evnið og endamálið, sum er at lýsa eitt ella fleiri heimsmál, sum lýst av ST.

Tala í filminum skal vera á føroyskum, og tað kann vera ein fyrimunur at skriva undirtekst.

Allir næmingar í hádeild og miðnámi í landinum kunnu melda seg til filmskappingina hjá Námi.

Mælt verður til, at flokkurin arbeiðir saman. Hetta kann til dømis vera ein verkætlanaruppgáva, har filmurin er úrslitið. Lærarin, sum hevur flokkin, skal góðkenna filmin.

Ein dómsnevnd verður sett at meta um innkomnu filmarnar.

Freistin at lata lidna filmin inn er úti á mortansmessu, hin 11. novembur 2022. Týskvøldið 6. desembur 2022 kl 19:00 verður eit úrval av innkomnu filmunum víst í Havnar Bio. Tá verður vinnarin kunngjørdur.

Nám

Facebook viðmerkingar