Suðuroyar Sparikassi tillagar út-og innlánsrenturnar og avtekur negativu innlánsrenturnar

Sum væntað avgjørdi evropeiski miðbankin (ECB) 8. september aftur at hækka rentuna -hesa ferð við 0,75%-stigum. Danski tjóðbankin hevur boðað frá somu rentuhækking, og tað hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi aftur fer at hækka bæði út-og innlánsrentur.

Í samband við nýggju rentuhækkingina verður negativa innlánsrentan avtikin í Suðuroyar Sparikassa. Samstundis verður latið upp fyri at kundar aftur kunnu stovna 3, 12 og 18 mánaðar samansparingarkontur. Her hækka renturnar við upp til 0,40 %-stigum.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,75%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45%-stigum p.a.

Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,40%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45%-stigum p.a.Rentubroytingin fær gildi 20. oktober 2022.

Facebook viðmerkingar