Nú ber til at søkja stuðul frá Granskingarráðnum til smærri kanningar og til granskingarverkætlanir, sum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin í Føroyum.
Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera verkætlanir, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.
Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um kanningar og gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.
Stuðul til kanningar og gransking
Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur gjørt av, at peningurin skal býtast soleiðis:
3 milliónir krónur verða settar av til smærri kanningarverkætlanir.
Áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til kanningarverkætlanir, og til ber at søkja um millum 100.000 og 300.000 kr. Umsóknarfreist verður í fyrsta umfari 2 ferðir um árið, 1. nov. og 1. mai. Faknevndin viðger umsóknirnar á fundi í seinnu helvt av mai og fyrst í desember.
7 milliónir krónur verða settar av til granskingarverkætlanir.
Granskarar kunnu søkja saman við granskingarstovnum í Føroyum. Freistin verður tann sama sum til stuðul til gransking, tað er 15. februar, og krøvini tey somu generelt, undantikið sjálvt fakliga økið, sum verður orðað við støði í reglugerðini.
Peningurin kemur úr Frítíðargrunninum
Við broytingini í frítíðarlógini á vári 2022 varð gjørt av at avtaka Frítíðargrunnin og lata fæ grunsins, ið er 10 milliónir kr., til Granskingarráðið at umsita.
Peningurin skal brúkast til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum sambært reglugerð, sum landsstýrismaðurin í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum hevur gjørt.
Reglugerðin um stuðulin kann takast niður her
Facebook viðmerkingar