Eftirgróður kemur í hvørt hús

Kvøldskúlaskráin Eftirgróður 2022/2023 kemur í hvørt hús í Vági.

Vágs kvøldskúli koyrir í hesum døgum eitt eintak av kvøldskúlaskránni í hvønn postkassa í Vági. Kvøldskúlaskráin, sum eitur Eftirgróður, inniheldur lýsingar av øllum skeiðunum, sum kvøldskúlin skipar fyri í heyst og í vetur. Í skránni er eisini útvald tiltøk, sum Miðlatún og FabLab skipað fyri. Somuleiðis eru ymiskar greinar at lesa – greinar sum hóska til eina kvøldskúlaskrá.

Temaðið í ár er felagsskapurin – tann felagsskapur sum sprettist, tá fólk við somu áhugamálum møtast til hugna og samveru á kvøldskúlanum. Fokus er eisini lagt á sálar heilsuna, ABC og hvussu luttøka í einum kvøldskúlaskeiði er gott fyri heilsuna hjá fólk. Og so er suðuroyska málførið gjøgnumgangandi í skránni í ár. Tað eru Vágs kvøldskúli og Miðlatún, sum hava staðið fyri arbeiðinum at menna kvøldskúlaskránna. Tað var í fjør, at avgjørt varð, at kvøldskúlaskráin í Vági skuldi koma út í nýggjum hami. Í hesum sambandi fekk skráin navn – Eftirgróður, og dentur bleiv lagdur á, at gera skránna meiri rúgvismikla – bæði við greinum, lýsingum, skeiðsyvirlitið og skeiðslýsingum, og yvirlitið yvir útvald tiltøk, sum verða skipaði í Vági, um heysti og um veturin. Hesin leistur gongur aftur í 2022/2023 útgávuni av Efturgróðri.

Vágs kvøldskúli vónar, at skráin verður væl móttikin og at fólk melda sjeg til eitt ella fleiri av kvøldskúlaskeiðunum. Somuleiðis vilja stigtakararnir takka øllum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava verið tengd at arbeiðinum við Eftirgróðri 2022/2023.

Skráin kann lesast talgilt á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu frá mánadegnum.

Facebook viðmerkingar