Heystið er her og heystfrítíðin er ikki langt úr eygsjón. Suðuroyggin er eina vitjan verd – óansæð árstíð. Men heysti í Suðuroynni er nakað heilt serligt. Her kanst tú kopla teg úr gear og njóta alt, sum oyggin hevur at bjóða.
Í eina tíð hava fólk, bæði suðuroyingar og fólk norðanfjørðs aftra sær at ferðast um Suðuroyarfjørð. Men hetta broytist nú. Smyril er komin aftur til landið og er farin at røkja Suðuroyarleiðina aftur. Hetta gleðast vit øll um. Í døgunum 7. oktober til 16. oktober er heystfrítíð í skúlunum. Og tá verða ymisk tiltøk fyriskipaði í oynni. Tað verða størri tiltøk, sum heystmarknaður og Valhalla, og smærri tiltøk, sum pop up café og leikaland. Eisini hava handlarnir í oynni langar leygardagar – leygardagarnar 8. oktober og 15. oktober.
Smyril byrjaði aftur í sigling 26. september eftir at hava verið í dokk. Í meðan Smyril hevur verið í dokk, so eru fleiri dagføringar gjørdar, sum ferðafólkini koma at merkja. Frá Strandferðsluni siga tey, at; “á ferðafólkaøkinum hevur skipið fingið ein “yvirháling” m.a. eru borð í salonini/cafeteria útskift, teppir og veggir útskift/umvæld, nýtt spælipláss, øll uttara skipssíðan og bildekkið er málað og vindeygu skift v.m.“
Niðanfyri er eitt yvir av útvaldum tiltøkum, sum verða í áðurnevnda tíðarskeið.
8. oktober: Heystmarknaður á Tvøroyri.
8. oktober: Valhalla í Marghøllini
9. oktober: Langur leygardagur í Vági og á Tvøroyri* (flestu handlarnar hava opið)
13., 14. og 15. oktober: Pop-up Café á BRIM.
13.-16. oktober: Leikaland í Páls Høll
15. oktober: Langur leygardagur í Vági og á Tvøroyri* (flestu handlarnar hava opið)
15. oktober: Sumbiar sóknar bygdasavn hevur opið frá kl. 15.00 til 17.00
15. oktober: Gamla Doktarahúsið á Tvøroyri er opið frá kl. 14.00-17.00
Umframt hesi tiltøk, so hevur oyggin alskyns tilboð at bjóða suðuroyingum og vitjandi í oynni í heystfrítíðini. SALT vísir Disney teknifilmar hvønn dag millum kl. 13.00-17.00, ókeypis atgongd. Somuleiðis hevur Gallarí Oyggin opið hvønn dag millum kl. 14.00-18.00. Páls Høll hevur longri upplatingartíðir í heystfrítíðini. Og á bókasavninum í Vági verður søguløta.
Gistingarmøguleikar eru eisini nógvir í oynni. Til ber at gista í smáttum, á hotellum, B&B, frítíðarhúsum og AirBnB húsum og íbúðum.
Loypandi kunning verður løgd út á Facebook síðurnar Miðlatún og Kunningarstovan á Tvøroyri.
Facebook viðmerkingar