Vilt tú verða okra Event Manager?

Hevur tú gott hegni at skipað fyri tiltøkum í kommununi, og hevur tú áræði at evnað nýggj tiltøk og tilboð? Vágs Kommuna søkir eftir einum event manager at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt nýtt og tíðaravmarkastarv fram til 31. desember 2022, í fyrstu syftu.

Vágs Kommuna er ein kommuna í menning. Kommunan spennir seg víða í tilboðum og tiltøkum – her hendir altíð okkurt. Tí søkja okur eftir einum event manager, sum skal vera við til at skipað og menna verandi og nýggj tilboð og tiltøk. Ein ítøkilig uppgáva er at fáa virksemi og rakstur í nýggja escape rúmið. Starvið fevnir um tilboð og tiltøk í kommununi, í millum kommunalar tænastur og í samstarvi við aktørar í Vági.

Okur vænta, at tú:

  • ert skipað/ur, tænastusinnað/ur og ágrýtin
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt, men ert toymissinnað/ur
  • ert út útvend/ur og kanst samskifta á føroyskum, donskum og enskum
  • hevur áhuga at skipað og vera við til at fáa virksemi í escape rúmið
  • hevur hegni at loysa trupulleikar, ið kunnu uppstanda í escape rúminum

Okur bjóða:

  • eitt nýtt starv, sum tú fært møguleikan at vera við at skapa og seta tín dám á
  • eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggirnir og høgt til lofti
  • upplæring og stuðul til umsiting av escape rúminum og møguleikan at fáa virksemi og rakstur í Føroya fyrsta escape rúm
  • fakliga dugnaligar starvsfelagar við góðum royndum, sum kunnu sparra og læra frá sær

Løn og setanartreytir

Starvið er tímalønt eftir sáttmálað millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Talan er um eitt nýtt tíðaravmarkastarv fram til 31. desember 2022, fyribils. Útgangsstøði í starvinum er 20 tímum um vikuna. Okur bjóða flex-tíð, men tú skalt vera opin fyri skiftandi arbeiðstíðir, sum tú hevur møguleikan at til rættis leggja saman við leiðaranum. Starvsstaður er Miðlatún.

Barnaváttan, sambært barnaváttanarlógini §4, skal fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Umsókn og spurningar

Tú kanst senda umsókn og lívrensl til vagur@vagur.fo og viðmerkja Event Manager. Freistin er 2. oktober kl. 12.00. Um tú hevur spurningar, so kanst tú venda tær til Magnus Paula West, leiðari í Miðlatúni, á telefon 23 93 92 ella magnus@vagur.fo.

Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar