Lesarabræv um samstarv

Góði Bjarni, tú mást gera teg til reiðar at samráðast við tínar málvinir í komandi tingsetu

Hetta lesarabrævið skal verða ein vinarlig áheitan til løgtingsmannin, Bjarna Hammer, sum er eitt hitt virknasta suðuroyarjarnbrotið í almenna rúminum.

Hóast boðskapurin um vinarlag millum útjaðararfólk tykist at verða fjarskotin, mugu vit skilja og hava í huga, at útjaðaravinarlagið kann bjarga Suðuroy og viðvirka fast vegasamband.

Vinarlag og semja útjaðaranna í samferðsluhøpi kann tilelva fast vegsamband til Suðuroy. Ja, í fráveru klandursins kunnu vit samstarvast um Suðuroyartunnilin (útjaðarartinglimir/-fólk).

Fast ferðasamband er neyðugur liður í menning suðurøkisins. Høvdu vit sama fólkavøkstur í Suðuroy frá ár 1985 – sum í Føroyum í miðal – taldist vit áleið 7.000 íbúgvar í Suðuroy í ár 20221. Vit skulu hugsa 20 ár fram – ikki bert í dag og í morgin.

Tað er neyðugt, at tú, Bjarni Hammer, ert í sátt og semju við útjaðarartinglimirnar.

Útjaðarin er okkara higasti (nærmasti) málvinur; hava vit vegakervið í huga. Útjaðarin dregur somu línu, og útjaðarin hevur eyðvitað stóran áhuga fyri samferðslukervinum – hendan skilning (forstáilsi) skulu vit gagnnýta.

Verð tú tilreiðar at kjølfesta tunnilsarbeiðið og bjarga Suðuroy, sum enn kundi havt nógv betri gróðrarlíkindir!

Tað er óneyðugt at halda lív í grúgvuni, tá umræður ósemjur um tunnilsgjald vestur og norður. Vágafólk og norðoyingar hava svarað gallupkanningini2, har stórur meiriluti varð fyri sømiligum ferðagjaldi til at halda undirsjóvartunlarnar.

Kynstrið er at telva sær samstarvsvinir – ikki tølandi fíggindar.

Hugsavna teg nú um vinarbygningsverk, sum knýtir saman oyggjar og fólk – kanska tú verður lykilfólk.

Vinarliga

Snæbjørn Bærendsen

Formaður Suðuroyar Sjálvstýrisfelag

Keldulistið:

https://pure.fo/ws/portalfiles/portal/25300259/2022_07_23_Su_uroyartunnilin_borgarafundur.pdf

Facebook viðmerkingar