Børn úr Vágs skúla syngja og samla inn til Bláa kross

Børn úr Vágs skúla hava seinastu dagarnar vant fleiri sangir og framført hesar til morgunløtur í Vágs skúla og týsdagin eisini í Frelsunarherinum og á Eldrasambýlinum.

Hetta er ein liður í at savna inn pening til Bláa kross, ið ger arbeiði innan fyribyrging og hjálp til teirra, ið stríðast við rústrupulleikar.

Í dag, tórsdagin, fara somu børnini ein túr í Vági og ætla tey sær at syngja og savna inn pengar til sama endamál. Ætlanin er, at tey eru uttan fyri Sparikassan, Torgið og Miðlatún kl. uml. 10.30 og framføra nakrar sangir. Í hesum sambandi lata tey heilsa, at øll eru vælkomin at steðga á og lurta og eisini stuðla Bláa krossi.

Facebook viðmerkingar