Tá ið stóra stuðulstiltakið hjá Bláa Krossi í gjárakvøldið var á skíggjanum, sást eisini at børn úr grunddeildini í Vágsskúla høvdu samla inn.
Børnini saman við lærarunum høvdu sett sær fyri at vitja runt í bygdini og syngja, umframt at ein lærari eisini læs søgu og kundu tey, ið lurtaðu, lata eitt oyra til Bláa Kross.
Nú tiltakið er av og tvær vitjanir eru farnar afturum og peningurin er fluttur Bláa Krossi.
Men næmingarnir í grunddeildini í Vágs skúla eru tó ikki heilt lidnir við vitjanir tí hesa komandi vikuna fara tey at arbeiða við ABC-fyri sálarheilsu. Í hesum sambandi fara tey á vitjan á tveimum ellisheimum og einum virkishúsi, har tey saman við eldri borgarum og borgarum við skerdum førleikum fara at spæla borðspøl, baka, perla og kanska eisini syngja ella dansa.
Tað er jú hesi trý; ver virkin, ver saman og ver hugbundin, ið eyðkenna ABC-fyri sálarheilsu átøkini og gleða bæði næmingar og lærarar seg til hesa komandi vikuna. Umframt vitjunardagin kann eisini nevnast renni-, flokks- søgu og spældagur.
Facebook viðmerkingar