Stjórin, advokaturin, landsstýrismaðurin og onnur hálønt fáa meginpartin av skattalættanum hjá samgonguni.
Hinvegin fáa heilsuhjálparar, kassadamur og onnur 125 kr í skattalætta. Heilsurøktarar, handverkarar og onnur fáa 250 kr í skattalætta.
Í uppskotinum um skattalætta stendur:
”Fyri ein persón við eini mánaðarløn á 23.000 kr. merkja broytingarnar 125 kr. meira um mánaðin, meðan tað fyri ein, sum tjenar 30.000 kr. merkir 250 kr. meira um mánaðin.”
125 krónur røkka so dánt til eitt rugbreyð, tveir pakkar av mjólk, ein pakka av smøri og eitt petti av osti eyka um mánaðin. Strikar tú ostin kanst tú keypa umleið tveir litrar av olju ístaðin.
Sjálvandi er gleðiligt við skattalætta, men ein heilsurøktari ella ein kassadama hava størri tørv á skattalætta enn advokaturin og stjórin.
Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar