Petur og Henning vunnu 29. umfar í sjavs

Tórskvøldið 29. sept. var 29. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spælt í VB-húsinum. Hetta 29. umfari vunnu Petur Muller og Henning Djurhuus.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Petur Muller og Henning Djurhuus, 4 stig hvør
Nr. 2. Kathrina Borgardal og Eirik Poulsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 2 stig hvør
Nr. 4. Magni Augustinussen og Sigmund Mikkelsen1, stig hvør

Næsta kapping verður í kvøld, tórskvøldið 6. oktober. Spælt verður sum vant í VB-húsinum og tað er kl. 18.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar