John Berg, sum dagliga koyrir ígjøgnum nýggja Hvalbiartunnilin hevur á sosialu miðlunum varpað ljós á, at grót dettur niður úr vegginum á nýggja Hvalbiartunlinum hvønn dag.
Á facebook vanga sínum greiður John Berg frá, at Landsverk javnan ruddar grótið burtur, men at hetta ikki bøtir um støðuna, tí hvønn dag dettur grót niður úr vegginum.
John Berg setur m.a. spurning við, hvat hendir tann dagin, tá ið grót dettur inn á koyribreytina.
Nýggi Hvalbiartunnilin varð tikin í nýtslu í mai mánað í fjør.
Myndirnar hevur John Berg tikið.
Facebook viðmerkingar