Jákup Mikkelsen greiddi í útvarpinum hjá KVF á middegi í dag frá semjuni um at avtaka tunnilsgjøldini í Norðoya- og Vágatunlinum og um hvussu hetta fór at ávirka Strandferðsluna og brúkara av strandfaraskipunum.
Samferðslubólkurin hevur gjørt semju um, at Strandferðslan skal skipast sum ein almennur stovnur líkur Bústaðum, soleiðis at Strandferðslan m.a. fær heimild at taka upp lán til at endurnýggja flotan.
Semjan í Samferðslubólkinum førir eisini við sær, a tað verður bíligari hjá fastbúgvandi í oyggjunum, sum strandfaraskipini sigla til, at brúka farleiðina, meðan onnur skulu rinda meiri fyri ferðaseðilin, eisini útlendsk ferðafólk sum eru á vitjan.
Í Samferðslubólkinum hava sitið Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Jákup Mikkelsen og Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, umframt Jaspur Langgaard og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum.
Facebook viðmerkingar