Tjóðveldi hevði í morgun tíðindafund, har valskráin varð løgd fram og kunnað var um valevnini í samband við Fólkatingsvalið í november.
13 fólk eru á listanum hjá Tjóðveldi til Fólkatingsvalið 2022:
Annita á Fríðriksmørk (Vantar á myndini)
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Beinta Løwe
Bjørt Samuelsen
Hervør Pálsdóttir
Høgni Hoydal
Ingolf Sólheim Olsen
Jóhan Christiansen
Kristian Oskar Henriksen
Liljan Weihe
Magni Arge
Rógvi Nybo
Sirið Stenberg
Undir yvirskriftini Altíð til arbeiðis fyri Føroyar varð valskrá við 6 punktum løgd fram.
Føroyar mugu hava eina umboðan á Fólkatingi, sum ongantíð hevur onnur atlit enn Føroya fólk og føroysk tjóðskaparmál.
Tað gongur ikki, at bæði umboðini hjá okkara landi eru fastir partar av donskum samgongum og donskum politiskum flokkum, sum hevur við sær, at vit ofta kunnu ivast í, hvønn tey arbeiða fyri, tá Føroyar og Danmark hava ymisk áhugamál.
Tí stillar Tjóðveldi upp til fólkatingsvalið við hesum arbeiðssetningum:V
1. Vit eru vaktarhundurin hjá Føroyum, tá onnur roynaat flyta mál av føroyskum hondum og royna at taka avgerðir um Føroyar yvir høvdið á okkum
2. Vit blanda okkum, tá danir í samband við uttanríkis-og verjumál uppføra seg sum um, at Føroyar eru tað sama sum Bornholm ella Læsø
3. Vit tryggja og menna rættindini hjá føroyskum lesandi, sjúklingum, pensjónistum og øðrum við ørindum í Danmark og hjá donskum myndugleikum
4. Vit gera klárt til, at føroyskt dómsvald, løgregla ogloftrúm verða sett á stovn og skipað
5. Vit varpa ljós á føroysk tjóðskaparmál í øllum samanhangum og tala Føroya søk til øll høvi
6. Verða vit avgerandi fyri, hvør stjórn fær valdið í Danmark, so er okkara krav: At Danmark alment boðar frá, at bara føroyingar gera av, nær vit vilja gerast ein statur í heiminum. Og at Føroya fólk uttan uppíblanding kann samtykkja sína egnu grundlóg.
Facebook viðmerkingar